notícias musicais

top 13 artistas

top 13 musicas

Confira a Letra Sneppan

Hamradun

Sneppan

Sólin setir seg í kvøld
Yvir bygd og land
Grýtan kólnað, bríkin køld
Ravnarnir setast á sand

Í deyðans døkka dimma dali
Ljós lívsins er sløkt
Lív í leiki dystin tapti
Svarta deyðans økt

Oyðin bygd við havið lá
Kvirt er innan húsagátt
Manntóm blikandi still er vág
Døpur er tann drepandi sótt
Eittans lív her anir enn
Í smáttu innan garð
Nornan hon kvettir ein tráð í senn
Ein enda hesin eisini fær

Í deyðans døkka dimma dali
Ljós lívsins er sløkt
Lív í leiki dystin tapti
Svarta deyðans økt

Sita skal eg sorgarvakt
Yvir fjøld og ætt
Tá mítt síðsta orð er sagt
Deyðin stíg tú innar lætt

Í deyðans døkka dimma dali
Ljós lívsins er sløkt
Lív í leiki dystin tapti
Svarta deyðans økt

Tracker